Tim Berling, sum er kendur sum dj, tónleikari og framleiðari undir listafólkanavninum Avicii, er funnin deyður. Tað upplysir pr-managarin hjá honum sambært svenska blaðnum Dagens Nyheder.
– Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at Tim Bergling, kendur undir listafólkanavninum Avicii, er deyður. hann var í Muscat í Oman og varð funnin deyður seinnaparin, skrivar miðlafólkið hjá honum, Ebba Lindqvist í eini fráboðan sambært blaðnum.
Hon heitir á miðlarnar um at lata familjuna fáa frið og um at sýna fyrilit.
Tann heimskendi tónleikarin og dj gjørdist 28 ára gamal.
Hann gjørdist kendur í 2011 við lagnum »Levels« og hevur givið út tvær útgávur. Tann fyrra, »True«, kom í 2013, meðan »Stories« kom í 2015. Hann hevur harumframt havt tvær stórar heimsumferðir í kalarvørrinum á teimum báðum útgávunum.
Millum størstu hittini hjá honum umframt »Levels« er »Hey Brother« og »Wake Me Up«, sum bæði komu ovast á hittlistarnar í fleiri londum.
Eitt annað svenskt blað, Expressen, hevur verið í samband við svenska uttanríkisráðið. Har verður váttað, at ein svii í 30 árunum er funnin deyður í Oman.
– Vit kunnu ikki siga meira, fyrr enn avvarðandi hava fingið boðini, upplýsir talsfólk í uttanríkisráðnum.
/ritzau/