Leita á in.fo

Sverre Midjord til arbeiðis í løgtinginum – her sæst hann millum Súsonnu Danielsen, táverandi stjóra á løgtingsskrivstovuni og Edmund Joensen, táverandi løgtignsformanni

Eirikur Lindenskov 10.10.2016 (10:41)

Sverre Midjord er deyður

Í morgun andaðist Sverre I. Midjord, fyrrverandi løgtingsmaður og borgarstjóri í Tvøroyri, 83 ára gamal. Hann var føddur 2. apríl í 1933.

 

Sverre Midjord kom fyrstu ferð á ting fyri Javnaðarflokkin sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann, í 1975 og sat til 1978, tá hann var valdur tingmaður fyri Suðuroyar valdømi til 1980. Valskeiðið 1984-88 tók hann aftur sæti sum tingmaður sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann. Hann var aftur valdur á ting í 1990 til 1994 og aftur í 2004 og sat á tingi fram til 2008.

 

Sverre Midjord sat í býráðnum á Tvøroyri frá 1966-85 og aftur frá 1989-2008. Sverri Midjord var borgastjóri á Tvøroyri í 17 ár.

 

Foreldur Sverra vóru Juli og Poul Johannes Midjord. Sverri var útbúgvin skrivstovumaður og starvaðist á posthúsinum á Tvøroyri frá 1950 til 1969, tá hann fór á Gjaldstovuna á Tvøroyri.

 

Hann var nevndarlimur í mong ár nevndarlimur í ÍSF.

 

Sverre Midjord andaðist á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her