fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 27.09.2017 (22:51)

Sverri er í HM hálvfinaluni

Føroyski rógvarin Sverri Nielsen, sum rør á danska landsliðnum, er í hesum døgum í Florida, har HM kappingin er í hesi vikuni.

Eftir fyrr í vikuni at hava kvalifiserað seg víðari úr innleiðandi umfarinum kappaðist hann í dag í fjórðingsfinaluni.

Um tað skuldi eydnast honum at vinna seg í hálvfinaluna, so var treytin tann, at hann í minsta lagið megnaði at vinna triðja plássið.

 

Tá ið tað verður kappast um heimsmeistaraheitið, sigur tað seg sjálvt, at tað eru úrmælingarnir alla staðni frá kring heimin, sum kappast. Tí er tað merkisvert og framúr avrik, at Sverri Nielsen megnaði at rógva seg í hálvfinaluna.

-Hetta var tættasta, mest spennandi og strævnasta kappingin, sum eg nakrantíð hava luttikið í, sigur Sverri Nielsen á faccebook.

Sverri var einsamallur í bátinum, og teinurin var 2000 metrar. Hann megnaði sera væl alla tíðina at vera fokuseraður og at hava tak á støðuni. Talan var um tættastu fjórðingsfinaluna av øllum. Sverri endaði á triðja plássi. Tað var eitt stórt seknund fram til fremsta bátin og minni enn eitt sekund aftur til fjórða plássið.

 

Onnur hálvfinalan verður fríggjadagin klokkan 15.45, og hin verður klokkan 15.55. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her