Leita á in.fo

Savnsmynd

Hallur av Rana 14.09.2018 (08:11)

Sverri gjørdist ov stuttur

Hóast ein sterkan endaspurt teir síðstu 500 metrarnar, so gjørdist Sverri Nielsen júst ov stuttur, tá hann í morgun luttók í HM-semifinaluni í rógving í bulgarska býnum Plovdiva.


Tá 500 metrar vóru eftir av teininum, var føroyski rógvarin aftast av teimum seks rógvarunum, men við einum sterkum endaspurti megnaði hann brádliga at bjóða teimum fremstu av, so at spenningur var til tað síðsta um triðja plássið, ið gav atgongd til HM-finaluna.


Tá avtornaði var munurin tó ov stórur og endaði Sverri Nielsen sum nummar fýra í semifinaluni við tíðini 6:45.990.


Kjetil Borch bleiv nummar eitt við tíðini 6:43.350, Harry Leask nummar tvey við tíðini 6:45.050 og nummar trý bleiv Robert Manson við tíðini 6:45.220. Teir tríggir hava sostatt vunnið sær pláss í finaluni.


Sverri Nielsen hevur síðani 2011 verði partur av Team Danmark, og hevur róð í einskullara fyri Danmark. Hann er uppvaksin í Miðvági, og hevur róð føroyskan kappróður og innandura róður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her