Sverri Nielsen vónar at vera á toppinum til OL í París í summar. - Foto: Sportxpress/Ritzau Scanpix

Sverri Nielsen misti EM heiðursmerki á stokkinum

Føroyski rógvarin Sverri Nielsen hevði bronsuheiðursmerkið í eygsjón, men mátti lata sær lynda fjórða plássið í EM

 

Sverri Nielsen vónar at vera á toppinum til OL í París í summar. - Foto: Sportxpress/Ritzau Scanpix

Føroyski rógvarin Sverri Nielsen, sum rør fyri Danmark, var um at koma á EM pallin fyri triðju ferð í yrkisleiðini.

Nú seinnapartin var hann leingi nummar trý og hevði bronsuheiðursmerkið í eygsjón í kappingini hjá monnum í einkultskullara í Ungarn, men tað gjørdist kortini til eitt fjórða pláss.

Hann brúkti 7 minuttir og 44,5 sekund um at rógva teir 2000 metrarar á vatninum í Szeged. Tað vóru seks send seinni enn týskarin Oliver Seidlar, sum vann gullið. Grikkin Stefanos Ntouskos tók silvuri, meðan bronsan fór til litavan Giedrius Bieliauskas.

Sverri Nielsen lá annars sum nummar trý eftir 500, 1000 og 1500 metrar, men á síðstu 500 metrunum var litavin tann greitt skjótasti, og við einum góðum endaspurti tók hann bronsupássið frá Sverra Nielsen.

Tann 30 ára gamli rógvarin hevur OL sum tað heilt stóra málið í summar, og hann hevur ikki planlagt venjingarnar fyri at liggja best fyri hesa vikuna. Tað sama er galandandi fyri kappingarneytarnar.

Í 2020 gjørdist Sverri Nielsen evropameistari, meðan hann árið eftir gjørdist nummar tvey. Í HM-samanhagni hevur hann eitt silvurheiðursmerki frá 2019. Við OL í Tokyo endaði hann á einum fjórðaplássi.

/ritzau/

 

 

 

Sverri Nielsen vónar at vera á toppinum til OL í París í summar. - Foto: Sportxpress/Ritzau Scanpix