Í dag byrjar svimjistevnan á Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum danir saman við LEN skipa fyri í Royal Arena í Keypmannahavn.
Sambært Svimjing.com er lagið heilt ókey í føroyska hópinum aftaná eitt væleydnað NM/NJM í Reykjavík fyri smáum tveimum vikum síðani.
– Vónirnar eru at kunna kvinka bestu tíðir eitt sindur longur niður, og annars hava eitt gott upplivilsi, her nærmast á heimabana í Danmark, skrivar Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sum eisini rekur svimjiheimasíðuna svimjing.com.
Startlistin sæst LEN.eu, og er føroyska luttøkan:
Mikudagin 13. desember
Óli og Alvi 400 frí
Signhild 100 rygg
Vár 800 frí
Hósdagin 14. desember
Vár 100 frí
Alvi 400 blandað
Óli 1500 frí
Fríggjadagin 15. desember
Signhild 200 rygg
Alvi 200 blandað
Leygardagin 16. desember
Signhild 50 rygg
Vár 200 frí
Øll 4×50 frí mix
Sunnudagin 17. desember
Vár 400 frí