Svøríki er á odda 14-11 í steðginum

Føroysku kvinnurnar hava givið fjórðbesta liðnum í heiminum ein skarpan gang

Føroyska kvinnulandsliðið hevur víst sannan stríðsvilja, og gott spæl í bæði álopi og í verju móti fjórðbesta liðnum í heiminum, Svøríki.

 

Hálvleikur er í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi, og er Svøríki á odda 14-11 í steðginum. 

 

Liðini fylgdust til støðuna 10-11 til Svøríki, men so fekk Svøríki trý mál áðrenn okkara kvinnur megnaðu at svara aftur.

 

Einasta minusið er, at føroysku kvinnurnar hava brent ov nógvar málmøguleikar. Sofie Börjeson í svenska málinum hevur bjargað 39 prosent av føroysku málroyndunum. 

 

Um Føroyar avrika eins væl í seinna hálvleiki, so sær tað gott út í triara-roknskapinum, har aðrir tríarar, Grikkaland, Litava og Italia hava verið fyri stórtapum í dag. Í tríara-roknskapinum snýr tað seg um at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum. 

 

Føroysku málskjúttarnir: Jana Mittún 3/5, Lív S. Poulsen 2/3, Súna K. Hansen 2/5, Bjørk F. Joensen 1/1, Hervør Niclasen 1/1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1/1, Turið A. Samuelsen 1/3, Elsa Egholm 1/4. 

 

Annika F. Hansen hevur bjargað fimm av 19 málroyndum (26,32 %)