fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 20.03.2017 (11:15)

Sydbank umboðsmaður: Sjálvandi eiga teir at kunna allar parteigarar

Peter Gæmelke situr í umboðsráðnum í Sydbank. Ein banki, sum hevur sama nevndarformann sum Eik Banki, nevniliga Torben Nielsen. 

 

 

Peter Gæmelke er fyrrverandi nevndarlimur í Sydbank og hevur eina langa karrieru innan bankar, fyritøkur og fakfeløg. Í dag situr hann umboðandi parteigarar í umboðsráðnum í Sydbank. Ein banki, sum reypar sær av at hava ógvuliga høgan moralskan standard. 

 

 

Peter Gæmelke hevur fylgt við í tí, sum danskir miðlar hava ført fram um skattamálið hjá Eik. Nýggjasta avdúkingin í skattamálinum, sum Vikuskiftis Sosialurin førdi fram í seinastu útgávuni snýr seg um orsøkina til, at Fíggjarligt Støðufesti ikki varð kunnað um skattaniðurstøðuna, sum gjørdi bankan 90 milliónir krónur meira verdan, fyrr enn eftir handilin millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding um partabrøv varð avgreiddur. 

 

Les eisini: Avdúking í skattamálinum: Hetta snýr málið seg um

 

Spurdur um hetta mál ger Peter Gæmelke greitt, at hetta mál sýnist álvarsamt. 

 

 

- Yvirskipað kann eg siga, at leiðslan og nevndin - serstakliga nevndarformaðurin - hava ábyrgd at tryggja, at øll viðurskifti verða løgd fram fyri parteigarum, sigur hann. 

 

Les eisini: Astrup: Súni sat á vitanini í 9 vikur

 

Torben Nielsen nevndarformaður í Eik og Sydbank er uppíblandaður hetta álvarsmál og hann segði fríggjadagin við Jyllandspostin, at fær hann ikki eina haldgóða frágreiðing frá Súna Schwartz, so má hann umhugsa at leggja frá sær sum nevndarformaður. Spurdur um hetta er eitt mál, sum Sydbank hevur áhuga at kanna nærri, sigur Peter Gæmelke, at fyri fyrst mugu teir uppíblandaðu partarnir í málinum fáa greiðu á støðuni. 

 

 

- Eg kenni enn ikki smálutirnar í hesum máli, men lat meg staðfesta reint yvirskipað, at ein leiðsla og nevndarformaður hava eina ófrávíkiliga ábyrgd at tryggja, at parteigarar eru nøktandi kunnaðir, sigur hann. 

 

 

Les eisini: Skattamálið: Ógvuliga ómoralskt