fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 17.08.2017 (22:41)

Sýni & Dýpi í tveimum pappírsútgávum

Sýni & Dýpi er talgild undirvísingarrøð, sum Nám hevur framleitt og givið út til lærugreinina føroyskt í miðnámi. Tvær heildir eru komnar, onnur til 1. og hin til 2. flokk í miðnámi. Nú ber eisini til at keypa sær Sýni & Dýpi 1 og Sýni & Dýpi 2 í styttri pappírsútgávum.

Heiðrikur á Heygum hevur gjørt permumyndina til Sýni & Dýpi 1, og Kjartan Hansen hevur gjørt permumyndina til Sýni & Dýpi 2.

sBók og pBók

sBók er heitið á netbornum bókapalli, sum Nám í samstarvi við Systime nýtir til sínar miðnámsútgávur. sBókin byggir á logikkin, sum vit eru von við í pappírsbókini, har síðurnar eru settar saman í beinum rað. Men umframt vanligar tekstir og stillar myndir hava sBøkurnar eisini hentleikar, sum liggja í talgilda pallinum og internetinum, t.d. film, ljóð, samvirknar uppgávur og skjótar leitimøguleikar.

sBókin Sýni & Dýpi 1 kom á marknaðin í 2014 og hevur verið nógv brúkt í føroysku miðnámsskúlunum. Í fjør kom Sýni & Dýpi 2 út sum sBók, og triðja heildin í røðini er nú í gerð. Pappírsútgávurnar - sonevndu pBøkurnar - geva lærarum og næmingum møguleika at lesa longri tekstir á pappíri heldur enn á skíggja.

Ástøði og tekstur

Sýni & Dýpi bøkurnar er settar saman av ástøðispartinum Sýni og tekstasavninum Dýpi. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi. Umframt tekstsløg og mállæru snýr ástøðið seg m.a. um samskifti, mál í nýtslu, málpolitikk, samansettar tekstir og týðing. Í Sýni 2 er føroysk bókmentasøga og málsøga fram til ár 1900, og tekstasavnið í Dýpi 2 er skipað eftir sama leisti sum søguliga viðgerðin í Sýni 2.

Framleiðslugongdin

Fleiri miðnámslærarar í føroyskum hava verið knýttir at verkætlanini hjá Námi. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen gjørdu tekstasavnið í fyrstu bókini, Kirsten Brix hevur skrivað ymiskar ástøðiligar partar, funnið viðkomandi tekstdømi til ástøðið og tekstir til savnið í aðru bók. Harumframt hava Sigrun Hjalmarsdóttir og Katrin Reinert týtt og tillagað brot úr bókum hjá Norsk Gyldendal. Sólvá Jónsdóttir og Dorit Hansen hava ritstjórnað.

Sýni & Dýpi 1 er 458 síður, og Sýni & Dýpi 2 fevnir um 410 síður