Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (10:02)

Systkin hjá Heindrikki prinsi komin til Danmarkar

Margreta drotning var seinnapartin í gjár á Ríkissjúkrahúsinum, har hon vitjaði mann sín, Heindrik prins. Saman við henni vóru Joachim prinsur og prinsessa Marie og børn teirra. Krúnprinsaparið vitjaðu eisini á sjúkrahúsinum í gjár. 

 

 

 

Ekstra blaðið skrivar, at lítla systurin hjá Heindrikki prinsi, Catherine de Monpezat, vitjaði beiggja sín í gjár og somuleiðis, at tveir beiggjar hansara, Etienne og Jean-Baptiste eru ávegis til Danmarkar.

 

 

 

- Beiggi mín er sera sjúkur, men vit vita einki júst nú. Tí hevur systur mín verið og vitjað. Eg ætli mær sjálvur at vitja og tað sama ger beiggi mín, sigur Etienne de Monpezat við Ekstra blaðið. Heindrikkur prinsurin varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsið 28. januar. Fríggjadagin greiddi Kongshúsið frá í tíðindaskrivi, at støðan hjá prinsinum er versnað. Ógreitt er, hvussu heilsustøðan er nú, tó at hendingarnar rundan um prinsin bera boð um, at støðan er álvarsom. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her