Systkin vunnu leikritakapping

Súsanna og Hans Tórgarð vunnu leikritakapping hjá KVF.

Í samband við 60 ára hald hjá Kringvarpinum, varð kapping skrivað út um leikrit til útvarpsleik. 12 leikrit komu inn, og nummar eitt og tvey fingu virðisløn á 25.000kr og 10.000 kr.

Í sendingini Mentanarcaféin í gjárkvøldið varð avdúkað, hvør vann kappingina. Og tað vísti seg, at tvey systkin komu á 1.og 2.pláss.

Uttan at vita av hvørjum øðrum høvdu systkini Súsanna og Hans Tórgarð sent hvør sítt leikrit inn til leikritakappingina. Og tað sermerkta var, at í báðum leikunum verður farið biltúr, skrivar Kvf á síni heimasíðu.

Súsanna Tórgarð fekk 1.virðisløn fyri leikin “Mynd í ódnarveðri”.  Hans Tórgarð fekk 2.virðisløn fyri leikin "Norðureftir". 

Stuttligt er at nevna pápan hjá Hans og Súsonnu, tí hann var nevniliga fyrsti útvarpsstjórin, Axel Tórgerð, sáli.

Mynd: kvf