fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Í hesum bygninginum hjá Fastogn Føroyum á Sanvíkahjalla, sum áður hýsti handli­num »360°« letur í næstum upp stóra billutahandilsketan, »T. Hansen«

Eirikur Lindenskov 22.10.2016 (07:31)

»T. Hansen« letur upp á Hjalla eftir nýggjár

– Ætlanin er útsett nakrar ferðir, men vit eru klárir. Vit hava leiga høli á Sanvíkarhjalla og lata upp beint eftir nýggjár.

 

Tað sigur Andreas M. Andreasen, sum verður dagligur leiðari hjá Thansen í Føroyum.

 

T.Hansen er stór donsk handilsketa, sum selur eykalutir til bilar, sum selur prutl og súkklur og dekk og mangt annað.

 

Tað var danin Bent Jensen, sum stovnaði fyritøkuna fyri 25 árum síðan. Tað er higartil vorðið til 77 deildir í Danmark, har fyritøkan umframt eyklutir til bilar selur amboð, súkklur, skutarar, dekk, felgur, bilstólar og nógv ymiskt annað. Høvuðsdeilind hjá T. Hansen er á 30.000 fermetrum í Middelfart.

 

T. Hansen fer at halda til á 1.400 fermetrum í stóra vinnubygninginum á Hjalla, har sum 360 í sínari tíð var.

 

– Vit hava stórar ætlanir í Føroyum og eru spentir upp á handilin á Hjalla, sigur Andreas M. Andreasen, sum hevur yvir 40 ára royndir í fakinum. Hann hevði í mong ár handilin AMA, sum seldi lutir til bilar. Fyri nøkrum árum síðani seldi hann fyritøkuna, sum seinni aftur er selt til FTZ í Danmark og, er hon nú deild undir FTZ.

 

Á Sandvíkarhjalla verður handilin 500 fermetrar og eykalutagoymslan 900 fermetrar. Eisini verður høli í kjallaranum, har fyritøkan fer at montera dekk fyri kundar, sum keypa dekk frá teimum.