Leita á in.fo

- Vit eru tíverri farin heilt í hina grøvina og veita bert persónliga røkt, har hvør tænasta er visiterað niður í minuttir.

Vilmund Jacobsen 16.04.2018 (15:14)

Tá heimahjálpin eisini gav seyðinum

Tað eru í dag liðin 25 ár, síðan forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, byrjaði at arbeiða í røktini. Í hesum sambandi hevur hon í dag lagt nakrar hugleiðingar út á sína Facebook-síðu.

 

- Nógv vatn er runnið í ánna hesi árini, og nógvar broytingar eru framdar á eldraøkinum. Í stuttum kann sigast, at umsitingin er vaksin, og starvsfólkanormeringin í røktini er minkað munandi.

 

Mary Antonsdóttir sigur, at hon ynskir seg ikki aftur til tíðina, tá heimahjálpin næstan var ein húshjálp og tók sær av øllum - alt frá persónligari røkt til baking, innkeyp, reingerð, matgerð, at geva seyðinum og annað.

 

- Men, í dag eru vit tíverri farin heilt í hina grøvina og veita bert persónliga røkt, har hvør tænasta er visiterað niður í minuttir. Nei, lat okkum fáa fleiri heitar hendur og minka um umsitingina.

 

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum vísir á, at vit fáa ikki eina kvalitetsrøkt, um tíðin til hvønn einstakan borgara ikki er nøktandi.

 

- Lat okkum sleppa burtur frá hasum “minutt-tyrani’inum”, har alt verður roknað út í minuttir. Borgarin er eitt menniskja av holdi og blóði, og tørvurin kann broytast frá degi til dags. Tískil er ein minutt-stýrd uppgáva ein vánalig skipan, har atlit als ikki eru tikin fyri borgaranum.

 

Mary Antonsdóttir leggur dent á, at menniskju ikki bert hava fysiskar tørvir.

 

- Lat okkum fáa tað menniskjansliga perspektivið inn í skipanina aftur, har allir tørvir hava líka stóran týdning, okkara borgarum og starvsfólkum at gagni, er heilsanin hjá forkvinnuni í Heilsuhjálparafelagnum í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her