Tá ljósini í býnum lýsa reytt, reytt reytt...

Klokkan 7:30 í morgun tendraði Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, ferðsluljósini á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringveður

Klokkan 7:30 í morgun tendraði Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, ferðsluljósini á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringveður, so nú verður ferðslan á vegamótinum stýrd við ferðsluljósum, so hon glíðir lættari.

 

– Hetta er fyrsta stigið í ætlanini. Seinni er ætlanin at breiðka vegirnar soleiðis, at pláss verður fyri trimum røðum, sigur Jákup Dam.

 

Hann sigur, at hetta er ein roynd. Ein annar møguleiki hevði verið at gjørt eina rundkoyring, men tað er nógv dýrari og hevði kostað umleið 20 milliónir krónur.

 

– Hendan loysnin kostar um 700.000 krónur, og tá vegirnir eru breiðkaðir, verða samlaðu útreiðslurnar slakar fimm milliónir krónur.

 

Nýggju ferðsluljósini eru øðrvísi á tann hátt, at tey ikki bara skfita upp á tíð. Tað er skipað soleiðis, at tá eingin ferðsla er, so lýsir grønt fyri ferðsluni, sum koyrir eftir Eystara Ringvegi, meðan tað lýsir reytt hjá teimum, sum koma oman eftir Hvítanesvegnum. Kemur so ein bilur eftir Hvítanesvegnum, so eru sensorar, sum skráseta tað, og so skiftir til grønt.

 

Um morgunin er røðin eftir Hvítanesvegnum sera long. Tað skráseta sensorarnir eisini soleiðis, at tá verður grønt ljós ein slakan minutt longri, og tað ger, at einir 30 bilar eyka sleppa ígjøgnum.

 

Sensorarnir »síggja« hvussu langar røðinar eru, allar tríggjar vegir, og so verður ferðslan stýrd eftir tí.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video av ferðsluni á vegamótinum í morgun.