Tá løgmaður drakk øl í bili og fór útav...

Í hesum døgum hevur Ferðslutrygd hátíðarhildið 40 ára stovningardagin – og í tí sambandi er ymist forkunnugt gamal tilfar komið fram, eitt nú gomlu ferðslutrygdarfilmarnir, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd gjødi í sjeytiárunum.

 

Í hesum filminum, sum sæst við at trýsta á pílin á myndini, síggjast tríggir mans í Suðuroy, sum eru á ferð í »rullandi vertshúsinum« – bilinum.

 

Sjónleikarar eru Jean Dimon, Jóannes Eidesgaard og Petur Frederik Holm. Teir eru komnir aftur av túri á Munkagrunninum – og treingja tí til eina góða øl – ein Elephant frá Carlsberg, sum var vanligt at drekka í Føroyum, áðrenn rúsdrekkalógin varð broytt í 1980, sum bannaði sterkum øli.

 

Rullandi  vertshúsið er ein Ford 20M, og tað endar fatalt á Hovsegg, tá bilførarin hevur fingið ov nógv upp í høvdið til at koyra bil...