fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (14:15)

- Tá Steffen Brandt stóð og lurtaði

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Holgar Jacobsen, tónleikari, sum greiðir frá. 

 

 

"Ein tann besta løtan var, tá vit spældu við Tinganest í teltinum. Steffen Brandt stóð í fremstu røð og lurtaði. Seinni um kvøldið hitti eg hann, vit fingu rósandi orð fyri spæl, og eitt gott prát. Sera blíður og áhugaverdur persónur. Annars havi eg haft sera góðar upplivingar á Summarfestivalinum, bæði í persónligari viðgongd og mótgongd. Eg gleði meg til leygarkvøldið kl 18 við Tinganest á stórapalli."

 

 

Les eisini samrøðu við Lív Næs, tónleikara, við at trýsta her


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her