fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 15.07.2017 (21:47)

Tað best við G! er hugnin

Eg fekk eitt prát við Bartal, Beintu og Rúna eina løtu, meðan tey stóðu í sølubásinum hjá elsabech og krokaðu undan regninum.



Tað er ikki beinleiðis nakað navn, ið hevur lokka okkum á G! sigur Bartal, vit plaga at verða við báti uttanfyri her og tað hava vit eisini verið eitt sindur bæði í ár, men í dag eru vit tó bara uppi á landi.



Tey vóru øll samd í at G! hevði ein heilt serstakan hugna yvir sær og tað er tað, ið fær fólk at koma aftur ár eftir ári.



Høvuðsnavnið í kvøld, Kris Kristofferson var dámdi teimum tó sera væl.



Fyrstu ferð eg eri blivin eitt sindur smá rørdur til eina konsert, var í kvøld” leggur Rúni afturat .



Nú kl 22 er sangløtan á sandinum á skránni og hóast yr lovaði turt í kvøld, kann eg líka nevna at tað er eitt gott hugskot at taka regnklæðir við, tí tað regnar í løtuni.