Tað endaði javnt millum Füchse Berlin og THW Kiel

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý mál í dystinum

Tað bleiv tíverri ikki tann føroyingauppgerðin, ið hondbóltshugaðir føroyingar høvdu ynskt, tá Füchse Berlin tók ímóti THW Kiel í dysti í týsku bundesliguni í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Dysturin endaði við javnleiki 32-32. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan javnleikur 18-18.

 

Elias slapp upp í part, og hann skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. Hákun slapp ikki at spæla nakran serligan leiklut í dag.

 

Úrslitið gagnaði hvørgum liðnum nakað serligt. Füchse Berlin er næstfremst við 50 stigum, sama stigatalið sum Magdeburg, men Magdeburg hevur spælt ein dyst færri, so Magdeburg vann eitt stig í meistarastríðnum. Kiel er nummar fýra við 40 stigum. Kiel er tvey stig aftanfyri liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt sum hevur 42 stig.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League á heimavølli móti Nantes. Sama dag taka Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof móti Jóhan og liðfeløgunum í Flensburg í fyrru fjórðingsfinaluni í somu kapping. 

 

Mikukvøldið klokkan 19.45 spælir Kiel á útivølli fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Montpellier.