fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.07.2018 (12:26)

Tað er bara minking í Sandoy og í Suðuroy

Suðurøkið í Føroyum er framvegis í eini serstøðu, hvat gongdini í fólkatalinum viðvíkur. Að kann staðfestast, nu Hagstovan hevur gjørt støðuna upp. 

 

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er fólkatalið nú farið upp um 51.000 fólk og Hagstovan vísir á, at tað er kring alt landið, at fólkatalið veksur – men í Suðurøkinum stendur fólkatalið kortini framvegis í stað.                    

 

Hagstovan sigur, at lutfalsliga er tað Eysturoy, sum veksur mest, tí har er er fólkatalið vaksið 2,3 prosent hetta seinasta árið. Men tað er serliga á Nesi og á Strondum, at fólk legst til, tí har er fólkatalið vaksið heili seks prosent hetta seinasta árið.

 

Annars er tað eisini stórur fólkavøkstur í Streymoynni, har vøksturin er tvey prosent, og í sjálvari Havnini hevur vøksturin verið 1,8 prosent.

 

Í Vágum og í Norðoyggjun er fólkatalið vaksið 1,3 til 1,6 prosent. Men so er eitt langt lop niður til Suðurøkið, tí í Sandoynni er fólkatalið minkað eitt fólk, og í Suðuroy er vøksturin bara 0,6 prosent.

 

Av oyggjunum er bara í Fugloy, Svínoy, Sandoy og í Hesti, at fólkatalið minkar. 

Men verður hugt at einstøkum kommunum, er tað í nøkrum av teimum størru kommunum á meginøkinum, at fólkatalið veksur mest. Á Strondum og á Nesi er nógv tann størsti vøksturin, tí har er fólkatalið vaksið ávikavist 6,2 prosent og 5,5 prosent. Annars er fólkatalið vaksið 2,6 prosent í Vestmanna og 2,2 prosent í Sundalagnum.

 

Av størri kommununum er tað bara á Tvøroyri at fólkatalið er minkað hetta seinasta árið. Har er fólkatalið minkað 17 fólk hetta seinasta árið, og so nógv er fólkatalið ikki minkað nakra aðrastaðni.

 

Annars eru tað bara í seks kommunum, at fólkatalið minkar, og av teimum eru tær fimm í Suðurøkinum. Tríggjar eru í Suðuroy, Tvøroyri, Hvalba og Fámjin, og tvær eru í Sandoynni, nevniliga Skálavík og Húsavík. Annars er tað bara í Fugloy, at fólkatalið er kvinkað niðureftir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her