fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.04.2017 (09:38)

Tað er ein mannarættur at sleppa ein túr í hagan

Tað tykist at vera ein vanlig fatan ímillum flestar føroyingar, at ein túrur burtur í haga er ein mannarættur.

 

Tað staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.

 

Og nú kjak hevur tikið seg upp um hendan rættin, vil hon hava løgmann at greiða frá, hvat hann heldur um hetta. Sostatt skal løgmaður nú greiða frá um hann heldur, at øll skulu hava rætt til at ganga í haganum, ella um kanska føroyingar skulu hava hendan rættin, men at útlendsk ferðafólk skulu gjalda.

 

Kjakið hevur tikið seg upp eftir at fólk í Mykinesi hava samtykt at krevja 100 krónur frá fólki, sum fara út um bøgarðarnar. Í kjalarvørrinum á hesum hava eisini bøndur aðrastaðni róð fram undir, at tað skal ikki vera ókeypis at ganga í haganum. Summastaðni hava bøndur eisini noktað fólki at fara í hagan av sínum eintingum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir staðfestir, at í ólavsøkurøðuni umrøddi Løgmaður arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg og í hesum sambandi skulu tað vera grundlógartryggjað rættindi, at fólk hava rætt til at ganga í haganum.

 

Og nú skal Løgmaður so greiða løgtinginum frá, hvussu landið liggur á hesum øki.

 

Løgtingskvinnan heldur, at verður tað vanlig mannagongd, at bøndur fara at krevja gjald frá fólki fyri at sleppa í hagan, verður tað ein stórur trupulleiki.

 

Í hesum sambandi nevnir hon, at tað verður longu kravt gjald frá fólki, sum vilja sleppa í Lítlu Dímun, og ferðafólk sleppa heldur ikki bara út í Koltur og Tindhólm, sum tey vilja.

 

Og við girðingarlógini frá 1937 í hondini, hevur ein bóndi nú noktað fólki at ganga í haganum hjá sær.

 

Girðingarlógin gevur bónda og ognara heimild at nokta fólki at fara í hagan uttan so, at tey halda seg á bygdagøtuni.

 

– Mær kunnugt hevur henda lógin ongantíð hildin og fólk eru farin í hagan uttan at spyrja um loyvi, og tað hevur ikki givið trupulleikar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Hon vísir á. at síðstu árini hevur tað vundið nógv upp á seg at ganga túrar í haganum, og onkrastaðni hava staðist smærri trupulleikar, men hesir hava tó verið av minni týdningi.

 

– Í Noregi og Svøríki hava øll rætt at fara í hagan. Har eru nakrar treytir við, men tað snýr seg bara um vanligt vit og skil, leggur hon afturat.

 

Hon heldur, at yvirhøvur halda føroyingar, at tað er ein partur av okkara grundleggjandi virðum, og okkara grundleggjandi frælsi, at kunna ferðast frítt í haganum

 

- At ganga túrar í okkara vøkru náttúru er gott fyri bæði likam og sál, staðfestir løgtingskvinnan.