Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.07.2018 (15:03)

Tað er ein skomm fyri fótbóltin

- Áleyparin hjá teimum var alla tíðina 30 metrar frá málinum. Tað havi eg ongantíð upplivað í Chelsea. So vildi eg heldur tapt móti Brasil, einum liði, sum torir at spæla fótbólt, og sum møguliga eru betri enn vit. Tað er Frankaríki ikki. Tí er hetta so súrt, sigur hannn við belgiska blaðið Het Laatste Nieuws.

 

Frankaríki vann semifinaluna í gjár upp á eitt mál frá Samuel Umtiti, sum skoraði eftir hornaspark. Thibaut Courtois heldur tað nærmast vera skomm, at eitt lið við so góðum áleyparum sum Frankaríki, skal dúva upp á deyðbóltar fyri at vinna fótbóltsdystir.

 

- Frankaríki spæla ikki fótbólt. Teir verja framman fyri sítt egna mál. Teir skoraðu upp á horna. Tað er skomm. Vit taptu móti einum liði, sum ikki er betri enn vit. Móti Uruguray skoraði teir upp á fríspark og ein feil frá málmanninum. Tað er ein skomm fyri fótbóltin, at Belgia ikki vann, heldur hann.

 

Belgia hevur seinastu kappingarnar verið mett at vera millum favorittarnar, tí úrslitini í undankappingunum vanliga eru sera góð. Í endakappingunum hilnast tó ikki líka væl. Í HM í 2014 taptu teir í kvartfinaluni móti Argentina, og í EM í 2016 taptu teir eisini í kvartfinaluni, ta ferðina móti Wales.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her