Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (12:00)

Tað er heilt ótrúliga løgið

Tað er heilt ótrúliga løgið, at tað skal bera til at fáa eitt lán til eini dýr hús í Havn, samstundis sum at tað ikki ber til at fáa lán til eini bílig hús á bygd.

 

Tað sigur Pauli Trónd Petersen, sum var talsmaður fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Miðflokkinum um at stovna ein bústaðarbanka, sum skal veita fólki bílig lán til bústaðir.

 

Hann sigur, at hann veit eitt ítøkiligt dømi um, hvissi merkilig støðan er, og hann hevur eisini skjølini, sum prógva, at tað er satt. Og tað dømi er um ein mann, sum ikki fekk fígging úr bankanum til at keypa eini hús á bygd fyri 700.000. Men tvær vikur seinni fekk hann fígging úr bankanum til at keypa eini hús fyri 2,2 milliónir í Havn.

 

Tað er ótrúliga løgið, at tað skal bera til at fáa lán sum er tríggjar ferðir so stórt til eini hús í Havn, enn tað ber til at fáa til eini hús í Havn, sigur Pauli Trónd Petersen. Hann fegnast um uppskotið frá Miðflokkinum og kallar tað besta uppskotið, andstøðan hevur lagt fyri Løgtingið, og hann heldur, at enntá er tað kanska besta uppskotið, sum nakrantíð er lagt fyri Løgtingið.

 

Bjørt Samuelsen heldur, at vit eiga at kunna seta bankunum krøv um at vísa samfelagssinni. Men tað ivast Pauli Trónd Petersen í. Tað er óneyðugt at tosa meiri um hetta, tí hevði onkur í bankanum lurta, vistu teir, at politiski myndugleikin vil hava broyting í, men tíðin hevur víst, at bankin lurtar ikki eftir, sigur hann.

 

Hann fegnast eisini um, at samgongan fer at leggja ein bústaðarpakka fram, men hann hevur ikki rættiligt álit á øllum hesum politisku pakkunum, sum koma fram av og á.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her