Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.02.2019 (12:00)

Tað er øgiliga troyttandi at hoyra at føroyingar skulu bjarga heiminum

Tað, sum føroyingar brúka av olju, er so lítið, at okkara útlát, ger ongan mun yvirhøvur, tá ið hugsað verður um, hvussu stórt útlátið av Co2 í øllum heiminum. Tað er boðskapurin hjá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at tey, sum keypa elbilar, skulu sleppa undan avgjaldið til landskassan til 31.desember í 2020.

 

Tað er langt síðani, at politiski myndugleikin setti sær sum mál, at í 2030 skal øll orkunýtsla á landi vera frá varandi orku. Men tað gongur illa at halda seg til málið og Jacob Vestergard vísir eisini á, at oljunytslan í Føroyum hevur aldrin verið størri enn hon er nú.

 

– Men tað verða kortini ikki føroyingar, sum bjarga heiminum, hvørki so ella so, tí tað, vit dálka er so lítið, at tað ger ongan mun yvirhøvur. Tað, føroyingar dálka, er so lítið, at tað er ein spurningur um tað yvirhøvur ber til at máta tað, sigur Jacob Vestergaard.

 

– Tí er tað ótrúliga troyttandi at hoyra upp í saman, at føroyingar skulu bjarga heiminum, leggur hann afturat. Hann heldur tvørtur ímóti, at føroyingar skulu gera tað, sum loysir seg best fyri Føroyar, uttan at hugsa um umhvørvið. Og tí skulu vit sjálvsagt eisini gera grønar orkuskipanir, har tað er bíligari enn at brenna olju, men er tað bíligari at brenna olju, skulu vit tað.

 

Hann heldur, at rákið er tann vegin, at vit hava fingið eina nýggja religión, eina Co2 religión, og uttan iva kemur okkurt burtur úr. Og í Føroyum eru summi so hart rakt av hesi religiónini, at tey mæla frá at vit fara at leita eftir olju, og sostatt vilja tey heldur ikki, at vit skulu gagnnýta okkara egna tilfeingi.

 

Hann tekur undir við, at tey, sum keypa elbil, skulu sleppa undan at rinda avgjald til landskassan, men tað er bara tí, at tað er ein hjálp hjá fólki, ikki tí at tað fer at bjarga heiminum.

 

»At plága lívið av føroyingum við avgjøldum og forboðum« fyri at røkka einum umhvørvismáli, tekur hann ikki undir við.

 

Annars er hann samdur í, at endamálið er, at vit skulu vera nøkta okkara egna orkutørv, og tí vónar hann, at vit finna olju í føroyskum sjóøki, tí verða vit kanska sjálvveitandi við orku í eitt langt áramál.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her