fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

Her er Ritan í Svínoy. Kynstrið er at finna ta røttu javnvágina, so at nakað liggur eftir, uttan at fáa ferðafólk at føla seg óvælkonin, sigur Guðrið Højgaard

Áki Bertholdsen 05.10.2017 (11:50)

Tað er ov tíðliga at siga nakað

– Tað er ov tíðliga at hava eina meining um hetta nú.

 

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Og tað sigur hon, nú avgerð er tikin um, at næsta ár skulu útlendingar, sum koma til Føroya at ferðast, rinda tríggjar ferðir so nógv fyri ein ferðaseðil, tá ið tey ferðast við Strandferðsluni og tyrluni, sum føroyingar gera.

 

 

Les eisini: Útlendingar skulu rinda meiri við Strandferðsluni

 

 

Ein grundgeving er, at Landskassin rindar stórar upphæddir fyri at ferðaseðlarnir kunnu vera so bíligir sum gjørligt, men at tað er ongin orsøk til, at Landið skal rinda útlendingum fíggjarligan stuðul so at teir kunnu ferðast bíliga í Føroyum.

 

Ein onnur grundgeving er, at tað eru so nógv útlendsk ferðafólk við tyrluni, at fólk kring landið, sum tyrlan fyrst og fremst varð ætlað at tæna, fáa ikki pláss.

 

Men tað er tey, sum stúra fyri, at hetta fer at drepa ferðavinnuna uttanfyri miðstaðarøkið.

 

Tá ið nýggja prísskipanin er sett í gildi, skulu útlendingar rinda einar 240 krónur fyri ein ferðaseðil við Smyrli og 600 krónur fyri at hava bil við, og við øðrum skipum fer ein vanligur ferðaseðil at kosta einar 120 krónur, og hava tey bil við, fer tað at kosta slakar 500 krónur fyri hann. Og við Tyrluni fara flestu túrar at kosta 600 - 1000 krónur.

 

Og tað eru tey, sum halda, at slíkir prísir fara bara at fáa ferðafólk at setast aftur og at halda seg til miðstaðarøkið, og so fær útjaðarin onki burtur úr ferðavinnuni.

 

Fremsta uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, men Guðrið Højgaard sigur, at har hava tey í løtuni onga meining um teir nýggju útlendingaprísirnar.

 

Hon vísir á, at arbeitt verður við at seta eina deild á stovn við teirri uppgávu at menna ferðavinnuna innanlands og tá verða øll hesi viðurskiftini tikin upp.

 

– Tað er ov tíðliga at siga nakað enn, tí vit mugu síggj heildarmyndina, og nýggja menningardeildin fer at viðgera spurningin um allar prísir og øll avgjøld í ferðavinnuni, sigur hon.

 

Hon heldur, at yvirskipað má endamálið vera, at ferðavinnan skal kasta so nógv av sær sum gjørligt, men í hesum sambandi fer nýggja menningardeildin at gera eina heildarmeting av øllum prísum og øllum avgjøldum.

 

Guðrið Højgaard vónar ikki, at hetta er at minka um áhugan hjá ferðafólki at ferðast kring landið, men hob heldur, at tað er eisini eitt, tey mugu hugsa um. Men tað er eisini eitt atlit, sum má takast, at fólkið á útoyggj ikki fær pláss í tyrluni, tí at hon er full av útlendskum ferðafólki.

 

Hinvegin ásannar Guðrið Højgaard eisini, at aftur ímóti aðrastaðni, er tað sjáldsama bíligt at ferðast í Føroyum,

 

– Kynstrið verður at finna ta røttu samansetingina av avgjøldum og ferðaseðlaprísum, ið kastar sum mest av sær til samfelagið, uttan at útlendsk ferðafólk føla seg óvælkomin, ella ikki vilja fara kring landið, sigur hon. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her