Tað er so avstressandi at syngja í einum kóri

– Mær dámar væl at syngja saman við øðrum fólki, og soleiðis skapa nakað í felag.

– Mær dámar væl at syngja saman við øðrum fólki, og soleiðis skapa nakað í felag.

Orðini eigur Sigmund Olsen úr Porkeri, sum seinastu mongu árini – í roynd og veru í meiri enn 30 ár - hevur verið fastur limur í kirkjukórinum ”Ljómur” í Vági.

 

Tey hava vant dúgliga, líka síðani kórið varð stovnað í 1939. ´Tey hava sungið í mongum ymiskum londum. Og tey hava havt sítt fasta pláss í samband við ein hóp av gudstænastum í Vágs kirkju.

 

Sunnudagin komandi – 24. februar 2019 – skal kórið aftur á pall, nú hátíðarhald verður í Vági. Tað er nevniliga so, at bæði kórið og kirkjan fara um tey áttati árini hesaferð.

 

Í hesum sambandi verður ymiskt gjørt burtur úr, bæði við gudstænastu og morgunmati til øll áðrenn farið verður í kirkju.

 

– Jú, eg havi altíð følt meg væl í kórinum, líka síðani eg byrjaði at syngja við her í 1985, greiðir Sigmundur frá.

 

Í august mánað hetta árið byrjaði hann sum lærari við Vágs skúla. Sama heyst fór hann uppí ”Ljómur”, og var longu við til konsertina Allahalgannadag hetta árið.

 

Hjá kórleiðarum og sangarum er altíð spennandi at møta upp til tær føstu venjingarnar. Men tað er eisini spennandi – og ein gularót – at vita sær, at møguleiki er haraftrat at koma út um landoddarnar at framføra.

 

Fyri Sigmund er eingin ivi: Tað hava verið mangar góðar løtur, saman við hinum sangarunum í kórinum.

 

– Jú, at syngja við Ljómi hevur havt við sær nógvar spennandi og áhugaverdar løtur, bæði her á landi og uttanlands, greiðir hann frá.

 

Hyggur tú eftir yvirlitinum yvir støð, har Ljómur hevur vitjað, so telja hesi so ymisk og fjarskotin lond sum Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Áland, Finnland, Skotland, Týskland, Spania, Pólland, Kekkia og Rusland.

 

– Tíverri barst mær frá at vera við á Póllands-ferðini í 1986. Hetta komst av, at eg tá var í ferð við at byggja sethús í Porkeri, sigur Sigmund við einum brosi.

 

Sum sæst, so hevur kórið ferðast víða síðani 1985. Serliga túrin til Russlands í 1988 minnist hann væl.

 

– Ja, hesin túrurin var sera áhugaverdur. Hetta var í 1988, stutt eftir at Gorbatjov var komin til valdið, og skipaði fyri størri opinleika í landinum.

 

– Hetta árið fylti russiska ortodoksa kirkjan eisini 1000 ár, og høvdu vit tá høvi at heilsa upp á Pitirim, erkabiskup, greiðir hann frá.

 

Tey vitjaðu í Moskva og í ymiskum býum har um vegir. Serliga væl minnist hann vitjanina á Reyða Torginum, og í Lenin-mausolenum.

 

Sunnudagin skal kórið altso syngja í samband við gudstænastuna í Vági, har Jógvan Fríðriksson, biskupur somuleiðis fer at luttaka.

 

Men ikki nokk við tað: Á páskum er ætlanin at framføra páskaoratoriið “Á vónarveingjum”, saman við kórinum í Langenæs kirke í Århus. Framførslur verða í Vágs kirkju og í Langenæs kirke.

 

Her er eingin ivi, um at tey í kirkjukórinum hava úr at gera í vár. Hóast hetta dámar Sigmundi væl at syngja í kórinum: Tað hevur nevniliga sín fyrimun at syngja í kóri.

 

– Ja, sangur skapar gleði og er “avstressandi.” At syngja sigst at styrkja mótstøðuførið hjá fólki, sigur Sigmund at enda í samrøðuni.

 

Orð: Snorri Brend

Mynd: sudurras.fo