fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Tað er ikki bara stórur toskur, sum fæst á Føroyabanka. Her fæst eisini stór hýsa, og smá hýsa er víða um landgrunnin.

Vilmund Jacobsen 12.09.2017 (15:47)

Tað er stórur spenningur

Tað er spenningur í, nú Magnus Heinason er á veg aftur av Føroyabanka, har teir hava gjørt tær yvirlitstrolingar, sum skulu gerast um heystið. Endamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, sum skal brúkast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa. Á hesum túrum verða eisini magakanningar gjørdar av toski, hýsu, upsa og longu.

 

Útlitini á føroyska landgrunninum eru sambært fiskifrøðini betri, enn tey hava verið seinnu árini. Nógv er til av nebbasild, og sagt hevur verið frá nógvari smáari hýsu kring um meginpartin av landgrunninum. Nú Magnus Heinason hevur verið á Føroyabanka seinastu dagarnar, hevur onkur av manningini lagt út myndir.

 

Og her sæst, at tað er ikki bara smá hýsa á Føroyabanka. Her er so sanniliga eisini stór hýsa, og soleiðis var eisini, tá bankin varð kannaður í vár. Á túrinum hesaferð vóru eisini stórar hýsur fingnar, sum eru uppí stívliga 80 sentimetrar til longdar og viga ikki minni enn sjey kilo.

 

Tá yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Føroyabanka í vár, var veiðan av toski 118 í mun til 30 árið fyri. Av hesum 118 vórðu 96 fingnir í einum háli. Í dag, nú Magnus Heinason gjørdi tey seinastu hálini á Føroyabanka, hevur In.fo hevur ringt til Petur Steingrund, fiskifrøðing, sum er við Magnusi Heinasyni, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa fatur í honum.

 

Veiðan av hýsu í vár var meira enn tríggjar ferðir so stór sum árið fyri, og hetta komst ikki av einstøkum hálum. Heldur var hýsan spjadd væl um allan tann grunna partin av Føroyabanka. Í frágreiðingini fyri túrin í vár varð sagt, at magakanningar eisini vístu, at væl var til av nebbasild – og at fiskurin át lítið av krabbadýrum.

 

Á hesum túrinum hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka hava teir eisini fingið hál við høgguslokki, og í tí eina hálinum fingu teir heili 1000 pund. Sagt verður annars frá nógvum lívi á Føroyabanka, og alt bendir á, at royndin hesaferð verður sera spennandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her