fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Frálík mynd hjá Jacobi Justinussen. Hetta er ikki umborð á Fiskivarða, Heri Jacobsen (t.v.) - og Fróði L. Ejdesgaard.

Vilmund Jacobsen 16.08.2017 (10:29)

- Tað er vón fyri ungdóminum

Fiskivarði, sum er fyrrverandi Dragasund og Norðleivur, bygdur í Íslandi í 2002 og nú umbygdur til línubát við einari Mustad-línuskipan, er júst afturkomin av fjórða túrinum síðan umbyggingina. Teir, sum eiga Fiskivarða, eru Dánjal í Skálum, Bjarni Kass og Fróði L. Ejdesgaard, sum eisini er skipari.

 

Á sínari Facebook-síðu skrivar skiparin í gjár, Fróði L. Ejdesgaard, soleiðis: “Á heimleið við fullari skútu. Tað er ein frálík kensla. Alt gingið upp á stás, og manningin hevur arbeitt væl saman...”

 

Skiparin leggur aftrat, at 16 ára gamla dóttirin, Teresa, sum byrjar á studentarskúla í morgun, nú hevur verið tveir túrar við Fiskivarða. Norðagøtudrongurin, Albert, sum eisini var við Fiskivarða henda túrin, byrjar eisini á studentaskúla í morgun.

 

In.fo kann leggja aftrat, at Teresa fyrr í summar eisini var tveir túrar við línuskipinum Havbúgvanum, og Albert hevur eisini verið við øðrum skipum, nú hann fer aftur í skúla.

 

- So, ein ung manning, og á næsta túri verið eg elstur, føddur í 1971. Tað er sanniliga vón fyri ungdóminum, og tað er upp til okkara ættarlið at halda teimum til, sigur hann.

 

Við In.fo í morgun sigur Fróði L. Ejdesgaard, at veiðan hjá teimum henda túrin er stívliga 40.000 pund, mest toskur og svartkalvi. Roynt hevur verið á djúpum vatni - niðri á umleið 350 favnum - vesturi ímóti Íslandsrygginum.

 

Fróði L. Ejdesgaard vísir á, at streymurin verður góður í hesum umfari í eina viku aftrat og tí verður loyst aftur sum skjótast.

 

- Vit hava havt onkrar avbjóðingar við nýggju línuskipanini, men tað hevur gingið betri og betri. Ungdómurin umborð hevur verið óførur. Hugurin hevur verið góður. Tey læra ógvuliga skjótt og eru ófør til hetta arbeiði, sigur skiparin á Fiskivarða.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her