Tað eru eisini neistar í ríkifelagsskapinum

Eftir at Lars Løkke Rasmsussen hevði runnið sær ein túr í morgun legði hann hesa video út á Facebook.

 

Hann greiðir frá, at hann, Aksel V. Johannesen og Kim Kielsen á ríkisfundinum í morgun eitt nú skulu tosað um støðuna í ríkisfelagsskapinum og »DFG-ordningen« – Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland...

 

Hann vísir á, at meðan Danmark er limur í ES, so eru Føroayr og Grønland uttanfyri. Tað merkir, at tá Føroayr og Grønland skulu samráðast um fiskirættindi, so er tað við ES, sum vegna Danmark samráðist, og tá eru tað Føroyar og Grønland, sum umboða ríkisfelagsskapin, sum tá er uttan fyri ES. Ein tvístøða, sum partarnir tó klára at greiða, heldur forsætisráðharrin.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video'ina við Lars Løkke Rasmussen.