fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Toppuppgerðin í Løkshøll í kvøld millum Helga Dam Ziska og Gudmund Kjartansson endaði remis

Jóannes Hansen 25.11.2016 (23:04)

Tað gekk akkurát ikki hjá Helga

Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður 28 ára gamli IM Gudmundur Kjartansson (2438) úr Íslandi, sum fer at vinna fyrstu Runavík Open kappingina. Nú tað resta trý umfør, er hann eitt hálvt stig frammanfyri IM Vladimir Hamitevici (2484) úr Moldova og eitt stig frammanfyri GM Helga Dam Ziska (2551).

 

Møguleikin hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina var nógv treytaður av, um tað eydnaðist honum í kvøld at vinna á Gudmundi Kjartanssyni. Helgi var við hvíta fólkinum í álopsstøðu, og eina góða løtu sá tað út til, at hann fór at knógva mótstøðumanninum, men tað eydnaðist ikki. Talvið endaði remis. Hetta var fyrsta ferðin í hesi kappingina, at Gudmundur Kjartansson ikki vann fulla úrtøku.

 

 

Í morgin eru tvey umfør á skránni. Í sjeynda umfari, sum verður klokkan níggju, skal Gudmundur Kjartansson telva ímóti IM Simon Bekker-Jensen (2473) úr Danmark. Tá verður IM Vladimir Hamitevici (2484) mótstøðumaður hjá Helga Dam Ziska.

 

 

Í dag endaði tað remis millum GM Johann Hjartarson (2541) og GM Miguel Munoz (2457), GM Throstur Thorhallsson (2417) og IM Simon Bekker-Jensen (2473), GM Daniel Semcesen (2469) og IM Nikolaj Mikkelsen (2466), FM Høgna Egilstoft Nielsen (2275) og FM Jesper S. Thybo (2348) og FM Rógva Egilstoft Nielsen (2347) og Ólav Simonsen (2207).

 

IM John Rødgaard (2238) tapti við svørtum ímóti Thorvardur Olafsson (2182).

 

 

Støðan í toppinum eftir seks umfør:

IM Gudmundur Kjartansson 5 ½ stig.

IM Vladimir Hamitevici 5 stig.

GM Helgi Dam Ziska 4 ½ stig.

GM Miguel Munoz, IM Nikolaj Mikkelsen, GM Daniel Semcesen, IM Simon Bekker-Jensen, GM Johann Hjartarson, GM Throstur Thorhallsson og FM Vignir Vatnar Stefansson 4 stig.

GM Jakob Vang Glud, FM Jesper S. Thybo, FM Rógvi Egilstoft Nielsen, FM Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Gauti Páll Jónsson, Ólavur Simonsen, Thorvaldur Olafsson, FM Olaf Berg og FM Hans Kristian Simonsen 3 ½ stig.

 

 

Sjeynda umfar í Løkshøll verður klokkan níggju í morgin og áttanda umfar verður klokkan trý seinnapartin. Kappingin endar seinnapartin sunnudagin klokkan tvey, tá ið níggjunda umfar verður.

Kappingin er almenn, og tað er ókeypis atgongd. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her