Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 08.11.2018 (17:02)

Tað gekk galið við Gjógv

»Tá eg kom á avhøvdingarfundin, kom ein stórsmílandi Leiki í móti mær. Øll høvdu eitt stórt smíl smurt um andlitið. Eisini hasin bøðilin av einum sakførara. Eg smílti ikki aftur. Hendan støðan var ov álvarslig fyri meg til at kunna smílast bara tað allar minsta petti.«

Soleiðis skrivar Høgni Rasmussen í nýggjari skaldsøgu, sum hann hevur skrivað, eftir at hann varð koyrdur út úr virkinum, sum hann var við at stovna. Hetta sendi Høgni út í lívskreppu, og nakrar mánaðir seinni fór hann á pílagrímsferð. Á ferðini skrivaði hann dagbók, sum nú er givin út sum ein skaldsøga.

Í bókini greiðir Høgni frá pílagrímsferðini og um uppgerðina í fyritøkuni hjá sær – serliga lagnudagar við Gjógv, har tey skuldu leggja ætlanir á starvsfólkadegi, men har alt endaði við ruðuleika, sum síðani hevði við sær, at hann var kroystur út úr fyritøkuni.

– Fólk kunnu sjálvi velja, hvussu tey lesa bókina, og nógv fara at siga, at hetta er veruleiki, líkamikið um eg sigi, at tað er ein skaldsøga, sigur Høgni Rasmussen við VikuskiftisSosialin.

– Einhvør bók tekur útgangsstøði í tí persóni, sum skrivar hana. Søgurnar taka støði í mær, og eg havi valt at skriva bókina sum eina skaldsøgu, sigur hann.

Í VikuskiftisSosialinum kanst tú lesa samrøðu við Høgna Rasmussen um nýggju bókina og lesa brot úr bókini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her