fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.05.2017 (08:16)

Tað gongur rættiliga væl at leggja saman

Tað eru góð útlit fyri, at øll tey trý sjúkrahúsini í landinum verða savnað undir eina felags leiðslu longu nú, áðrenn farið verður í summarfrí.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Eitt av mongum tilmælum í menningarætlanini, sum varð gjørd fyri sjúkrahúsverkið fyri einum ári síðani, er, at tey trý sjúkrahúsini verða løgd saman í ein stovn undir einari felags leiðslu.

 

Endamálið var, at tað skuldi henda á nýggjárinum 2018. Men Sirið Stenberg sigur, at arbeiðið við tí málinum hevur gingið rættiliga væl og nú eru tey komin so mikið væl áleiðis, at útlit eru fyri, at tann ætlanin kann fremjast longu nú, áðrenn farið verður í summarfrí.

 

Hon sigur, at í næstu viku eru tveir dagar settir av at arbeiða við tí málinum og eftir tað væntar hon, at ein samanlegging er nær.

 

Samstundis sigur hon, at samanleggingin er er tað fyrsta tilmælið í menningarætlanini, sum verður framt, tí tað er ein fortreyt fyri øllum øðrum arbeiðið framyvir, at sjúkrahúsini eru ein felags stovnur.

 

Av tí at málið ikki er avgreitt, fær hon sostatt heldur ikki sagt, hvussu leiðslubygnaðurin verður.

 

Men hon sigur, at sjúkrahúsverkið fær ein stjóra, sum fær evsta myndugleikan. Men harafturat skulu øll trý sjúkrahúsini varðveita sínar lokalu leiðslur.

 

Og so skulu lokalu leiðslurnar og stjórin, í felag fáa ábyrgd av at seta øll hini tilmælini í verk, har tað verður stjórin, sum fær evstu ábyrgdina av at samskipa tað arbeiðið.

 

Og verður nýggi leiðslubygnaðurin settur í verk, er tað einki at bíða við at fara í holt við arbeiðið at seta øll hini tilmælini í verk.  

 

Og í menningarætlanini eru tað serliga tvey mál, sum størsti dentur skal leggjast á at fremja fyrst av øllum. Annað er at fáa ein felags bíðilista fyri øll trý sjúkrahúsini, so at virksemið kann býtast betri ímillum tey, alt eftir førleikum.

 

Og hitt er at fara undir eitt miðvíst arbeiði at útvega starvsfólk til sjúkrahúsini, helst yvirlæknar, sum stórt trot er á, staðfestir landsstýriskvinnan.