Leita á in.fo

Óluva í Gong

Hallur av Rana 06.12.2017 (16:35)

- Tað harmar meg

Síðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í farna mánaði megnaðu at fáa eina semju í lag við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggjar lønarsáttmála, hevur felagið skipað fyri fundum kring landið, har tey hava kunnað um nýggja sáttmálan.


Á sosialum miðlum hava nakrir sjúkrarøktarfrøðingar funnist at sáttmálanum, ið tey meta ikki geva øllum sjúkrarøktarfrøðingum ein nóg stóra lyft. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, kennir til ónøgdina, og harmast um støðuna, ið er eitt úrslit av samráðingunum.


- Tað harmar meg. Um eg átti avgerðina einsamøll, so høvdu øll, ið vóru á síðsta lønarstigið farið yvir á sama endastig. Tí eg veit væl, at tað skapar ófrið og ónøgd, at man ikki er á sama lønarstigi, tá man hevur sama starvsaldur, sigur Óluva í Gong.


Forkvinnan í felagnum leggur tó dent á, at tað er ikki rætt, tá tað verður sagt, at vanligir sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lønarhækkan, men at munur er á teimum, ið hava eina bachelor útbúgving og teimum, ið hava tær eldru útbúgvingarnar.


- Eg skilji at okkurt hevur verið sagt á tingi, at vanligir sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa lønarhækkan. Tað passar ikki, men er ein máti at grugga málið á. Trupulleikin er, at man í 2007 gjørdi tveir stigar at ganga eftir hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tað var ein bachelor-stigi, ið var langt undir tann hjá øðrum bachelorum í Føroyum. Man lyfti so tey, ið vóru liðug aftaná 2007 yvir á tann stigan. Tey fingu meira í løn enn tær eftir tí eldru útbúgvingini, sigur Óluva í Gong, men leggur afturat.


- Ætlanin var alla tíðina, at hini skuldu fáa eitt lyft aftaná, men av tí, at tíðirnar ikki vóru so góðar, so bleiv tað ikki til nakað beinanvegin. Men til næstseinastu samráðingarnar brúkti felagið karmin upp á bara at lyfta eldra partin eitt sindur upp. Tey sluppu tó ikki upp á sama støði, sum tey við bachelor.


Tað at tað eru tvær útbúgvingar innanfyri sama starvsbólk hevur ført við sær, at ymiskar avbjóðingar eru, nú ein nýggjur lønarstigi er settur í verk.


- Í samband við, at vit flyta yvir á ein nýggjan stiga, so verður útgangsstøðið ymiskt. Tær sum ikki eru bachelorar, og tær eru relativt fáar nú, tí so nógvar hava tikið ískoytisútbúgvingina, verða fluttar yvir á eina lønarstigið, meðan tær, ið eru bachelorar, og sita við eini í hægri grunløn, verða flutt yvir á eitt annað lønarstig. Tað er í samband við hesa yvirflytingina, at ónøgdin kemur frá, greiðir Óluva í Gong frá.


Forkvinnan greiðir frá, at júst hesin trupulleikin varð viðgjørdur undir samráðingunum, og at felagið vrakaði okkurt av fyrru uppskotunum, ið ikki gav teimum við eldru útbúgvingini nóg góðar sømdir.


- Vit vóru greið yvir hetta undir samráðingunum, og søgdu upprunaliga blankt nei til at munur bleiv gjørdur á. Men tað seinasta semingsuppskotið viðgjørdi trupulleikan á tann hátt, at um man hevur eldri útbúgvingina, so gongur man ikki í tvey ár, ið er vanligt á einum lønarstigi, men einans eitt ár á tí lønarstiganum, áðrenn man verður fluttur upp, sigur Óluva í Gong, og leggur afturat.


- Av tí at nýggja semingsuppskotið innihelt hetta, so valdu vit at taka av, væl vitandi, at nú sita vit í tí støðu, at man fer yvir á hvør sítt stig. Men tað verður útjavnað, so at tað innanfyri fimm ár einans er eitt stig. Men tað viðførir, at tey við eldri útbúgvingini koma eitt ár aftaná á endastigið. Men tá høvdu vit longu vrakað eitt uppskot, har hesin bólkur kom tvey ár seinni á endastigið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her