Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (11:58)

Tað reina slutur frá Sirið

Runavík hevur longu fýra viðtaluhøli. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur tað tí vera løgið at Sirið Stenberg brúkar tað sum undanførslu, fyri ikki at biða um pening til ein kommunulækna afturat í Runavíkar kommunu.

 

- Orsøkin skal vera, at hølisviðurskiftini ikki eru í lagi ella nøktandi. Hetta kemur óvart á okkum, sum eisini varða av hesum málinum. Hølisviðurskiftini eru ongin forðing, og vit hava júst heitt á Heilsumálaráðið um fund hin 25. september, fyri júst at siga teimum, at hin fjórði kommunulæknin í økinum kann byrja í dag sum ein annan dag, skrivar borgarstjórin á Facebook.

 

Ófatiligt at ongin hevur spurt onkran av teimum trimum borgarstjórunum í økinum um hetta málið, áðrenn man fer so skrásikkur út í tað almenna rúmið við sovorðnum slutri, fyri at siga tað milt.

 

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, hevur eisini sett Sirið Stenberg ein munligan fyrispurning um evnið. Hann vil fegin hava at vita, hví hon metir, at viðtaluhølini í Runavík ikki eru nøktandi.

- Vit, sum dagliga búleikast inni á Skálafjørðinum, vita tó, at 4 viðtaluhølir dagliga eru í brúki í læknadøminum. Og okkum kunnugt lúka hølini øll neyðug krøv og standa mát við alt tað, sum krevst hjá einum kommunulækna fyri at hann kann útinna sítt starv. Tí er ilt at vita, hví landsstýriskvinnan ikki heldur, at hesi 4 hølini eru nøktandi, skrivar hann í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Hann spyr eisini Sirið Stenberg, um hon hevur sett seg í samband við avvarðandi myndugleikarnar í Skálafjarðar læknadømi, fyri at fáa greiða á, hvussu hølisviðurskiftini eru.

 

- Tørvurin á at seta tann 4. kommunulæknan er ovurstórur, og tí er bráneyðugt at fáa hetta starvið sett ongantíð ov skjótt, sigur Bill Justinusse, og Tórbjørn Jacobsen er samdur

- Verður hesin 4. kommunulæknin ikki normeraður nú, so fæst ikki skil á órógvandi tilstandinum, sum hevur rátt á økinum í alt ov drúgva tíð, sigur hann.