Tað skal vera lættari og bíligari at sleppa til skips

Tað er ringt at manna summi fiskiskip, men nú hava tveir løgtingsmenn eina uppskrift upp á, hvussu tað kann verða lættari


Tað skal verða bæði lættari, og bíligari, hjá ungum fólki at sleppa til skips. Tað halda teir báðir sjálvstýrismenninir, Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Jógvan Skorheim, sum er í farloyvi.

 

Nú hava teir lagt eitt nýhugsandi uppskot fyri Løgtingið um at eggja ungum fólki at velja sær eina yrkisleið umborð á fiskiskipi.

 

Í hesum sambandi skjóta teir upp, at Løgtingið skal samtykkja at fáa Landsstýrið at snikka eitt uppskot til um at tað skal bera til at mynstra umborð á fiskiskipi í eini royndartíð, uttan at hava tikið trygdarskeið.

 

Harafturat vilja teir hava, at trygd á sjónum verður ein natúrligur partur av undirvísingini í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, og at fyrstu ferð, ung taka trygdarskeið, og fáa Bláu bók, skal tað vera ókeypis.

 

Teir báðir vísa á, at í ávísum førum er tað ringt at manna fiskiskip tí at tað er ringt at fáa yngra ættarliðið at taka við.

 

Harafturat er Lóggávan um trygd á sjónum herd seinastu árini, men tað hevur verið neyðugt.Men avleiðingin er, at tað er munandi torførari hjá ungum og óroyndum fólki at sleppa til skips.

 

Tað er eitt krav, at áðrenn ein nakar kann mynstra umborð á skipi, skal viðkomandi hava trygdarskeið og Bláu Bók. Og tað er rættiliga kostnaðarmikið hjá ungdómi, sum júst hevur fingið frí úr skúlanum, og vil sleppa at tjena sær nøkara krónur eina summerferiu. Sostatt fara tey heldur at arbeiða á landi og koma tí ongantíð at royna seg á sjónum, siga teir báðir sjálvstýrismenninir.