fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.11.2018 (21:55)

Tað sum Annika Olsen sigur er beinleiðis tvætl

– Sjálvandi eiga vit, sum kommunur, eisini okkara ábyrgd í, at útvega bústaðir til allar okkara borgarar. Tað sigur Jóhann Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Tað vilja vit fegin her í Eysturkommunu, leggur hann afturat.

 

Hann er púra ósamdur við starvsfelaga sínum, Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, sum segði við okkum fyrr í dag, at kommunur skulu ikki undir at byggja íbúðir.

 

Annars eru ikki færri enn tvey uppskot til viðgerar í Løgtinginum í løtuni um at lata kommunur fáa heimild til at byggja íbúðir. Men tað er ein heimild, Annika Olsen IKKI við hava.

 

 

Les meiri um tað her: Vil ikki sleppa at byggja íbúðir

 

 

Og í kvøld sigur Jóhann Christiansen á Facebook, at her er hann ósamdur við Tórshavnar kommunu, og hann veit, at aðrar kommunur eru eisini ósamdar.

 

– Sjálvandi eiga vit, sum kommunur eisini okkara ábyrgd í, at útvega bústaðir til allar okkara borgarar. Tað vilja vit fegin her í Eysturkommunu, sigur hann.

 

Hann heldur, at tað er »beinleiðis tvætl«, tá ið Annika Olsen førir fram, at fara kommunur at byggja íbúðir, er tað kappingaravlagandi ímóti privatu vinnuni.

 

Fáa kommunur heimild at byggja, fáa tær privatu fyritøkurnar ein nýggja og stóran kunda afturat. Tí sjálvandi fara kommunurnar ikki at byggja sjálvar, men keypa sær tann førleikan frá teimum, sum liva av at byggja, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu. 

 

Hann heldur, tað eru lítil og ongin tekin í sól og mána til, at byggifyritøkur eru áhugaðir í at eiga og leiga íbúðir út. Tær eru áhugaðar í at byggja, tí tað er teirra øki. Og kommunurnar kundu blivið ein nýggjur stórur og ikki minst tryggur kundi fyri tær privatu byggifyritøkurnar í landinum.

 

Jóhan Christiansen sigur, at størsta forðingin fyri at privat feløg vera stovnað til at byggja, eiga og útleiga íbúðir, er teirra møguleikar at fáa fígging. Sum hann hevur skilt tað, fáa privat, sum hava áhuga í at byggja íbúðir, bara 15 ára lán, har Bústaðir kunnu fíggja tílíkar íløgur yvir longri tíðarskeið enn tað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her