Tað var einaferð ein kongur

Tað var einaferð ein kongur. Ein dagin hugdi hann runt í kongaríki sínum, hann hugsaði og hugsaði, hvussu fái eg hetta kongaríkið enn betri, tryggari og effektivari? Hann sá, at hansara soldatar fingu gjørt hetta, um teir blivu enn betri, sterkari og vísari.

 

Teir skuldu servenjast. Hetta fór at krevja langa tíð og harða venjing, bæði fysiska og mentala, tí eisini vóru verulig og livandi menniskju brúkt í undirvísingini.

 

Tá soldatarnir spurdu, hvussu hetta yvirhøvur skuldi lata seg gera, at teir skuldu brúka SO NÓGV ÁR til hesa servenjing?


Kongur lovaði, at brúktu teir hesu áleið 7 árini til servenjingina, fór hann at løna teimum eina einastandandi góða løn afturfyri.

 

Teir játtaðu hervið.

- - -

Kongaríkið Føroyar brúkar milliónir árliga til at servenja serliga effektivar soldatar, nevniliga sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar. Skúlaárini telja knapt 7ár. Lønin, sama landið lønir, er ikki einastandi góð, hon er lítið hægri, enn  lønin teir soldatar, ið ikki eru servandir fáa.

 

Hvussu í allari víðastu verð, kann hetta land, sum við høgru hond bjóðar undirvísing, ikki við vinstru hond, lønir sínum soldatum eina serstakliga góða løn afturfyri?

 

Fyri mær at síggja, skuldi hetta framkomnað vælferðarsamfelag púra av sær sjálvum lønt hesum VÆL hægri, - og tað fyri nógvum áratíggjum síðani! At hesir fakbólkar noyðast út í eitt verkfall, fyri at landsins mynduleikar skulu vakna, er for klikkað anno 2018.

 

Landsins mynduleikar, takið tykkum saman!

 

 

Rakul Vang, 10.01 2018