Formaðurin í valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn, Johan Dahl, heldur ikki, at tað var rætt av Magna Laksafoss at cleara við Kristin Michelsen. Tað sum sambært Sprotanum eitur »atkvøðugreiping«.
– Vit halda ikki, at tað er rætt at cleara uttan so, at tú ert samdur við formann floksins og tingmanning floksins í teimum einstøku førunum, sigur Johan Dahl.
– Tað hevur Føroya Væl eisini gjørt vart við í gjár – bæði yvir fyri Magna Laksafoss og restini av tingmanningini.
– Vónandi nýtir Kristin Michelsen hetta gylta høvi, hann nú hevur fingið við at sleppa á tingfundin týsdagin til at rætta skeivleikarnar í uppskotinum millum 2. og 3. viðgerð, sigur Johan Dahl.
Og skeivleikarnar, hann sipar til, kunnu Sambandsflokkurin og Magni Laksfoss vísa honum á, sigur Johan Dahl og leggur afturat:
– Kanska kundu teir rættað kumpass og fingið Sambandsflokkin við. Alternativi kann blíva, at alt verður broytt aftur í eini komandi samgongu, sigur hann.