Tað verður áskoðaramet tá Óli og Jóhan hittast í Partille

Fólk eru á bíðilista fyri at sleppa at síggja EHF European League fjórðingsfinaluna millum Sävehof og Flensburg-Handewitt

Í morgin klokkan 17.45 tekur liðið hjá Óla Mittún, Sävehof móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í tí fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League.

 

Fyri tey hondbóltsáhugaðu í Partille í Göteborg er tað risastórt, at Sävehof er komið so langt í kappingini, og tað er eisini fín vitjan tey fáa í høllini í Partille, tá eitt stórlið úr týsku bundesliguni kemur á vitjan.

 

Millum stjørnurnar hjá Flensburg er eisini svensku stórleikarin, Jim Gottfridsson, og tað minkar so avgjørt ikki um áhugan fyri dystinum.

 

Tað er útselt til dystin í Partille, so tað vera 4.000 áskoðarar til dystin millum liðini hjá Óla og Jóhan. Og tað eru fólk á bíðilista, ið vilja sleppa at síggja dystin. Tað skrivar Göteborgsposten. 

 

Returdysturin verður leiktur í Flensburg, týsdagin 30. apríl klokkan 17.45. Tá verður tað væntandi frammanfyri 6.300 áskoðarum. 

 

Í bundesliguni hevur havnarmaðurin, Jóhan vunnið báðar uppgerðirnar móti systkinabarninum hjá Óla, Elias Ellefsen á Skipagøtu og hansara liðfeløgum í THW Kiel.

 

Nú fáa vit so at síggja um tað verður havnarmaðurin ella hoyvíkingurin, ið verður omaná aftaná báðar fjórðingsfinalurnar millum Sävehof og Flensburg-Handewitt.