Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.02.2019 (12:30)

Tað verður eingin slingur í valsinum

Sjálvandi skal nýggi Hvalbiartunnilin borast ígjøgnum við fullari ferð. Tað staðfestir Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Fríggjadagin vórðu tilboðini latin upp og tað var samtakið ímillum Articon og LNS, sum hevði tað lægsta tilboðið, sum var upp á 236 milliónir krónur. Tað er nakað bíligari enn mett, tí metingin segði, at hetta arbeiðið fór at kosta 242 milliónir krónur. Eitt annað tilboð kom inn, tað var frá J&K Petersen, men tað var 80 milliónir krónur hægri.

 

 

Les eisini: Bjóða sær til at gera Hvalbiartunnil fyri 236 milliónir

 

 

Nú skulu tilboðini kannast, og samráðast skal við Articon og NLS, og so skal støða takast til, nær arbeiðið skal byrja. Landsverk staðfestir, at 49 milliónir eru settar av til endamálið í ár, og sostatt varð eisini mett, at farið verður undir arbeiðið mitt í summar, ella seint í summar, fyri at sleppa undan at noyðast at gevast seinni í ár tí at játtanin er uppi.

 

Tilsamans hevur Løgtingið játtað 272, sum skulu játtast í ár, og hesi næstu bæði árini. Og tá ið fíggjarlógin var til viðgerar beint undan jólum, løgdu fleiri politikarar annars dent á, at tað skuldi setast full ferð á arbeiðið, so at tunnilin er boraður ígjøgnum upp á eitt ár. Og tá ið hann er boraður ígjøgnum, skal beinanvegin farast undir tunlarnar Norður um Fjall.

 

Og Heðin Mortensen sigur, nú bíðast skal ikki til í summar, ella seint í summar at fara undir arbeiðið. Hann sigur, at tað verður eingin slingur í valsinum, so tá ið tilboðini eru kannað, skal farast undir arbeiðið beinanvegin. Sostatt skal boringin byrja um nakrar heilt fáar vikur, leggur hann afturat.

 

– Hann vísir á, at Løgtingið hevur játtað 272 milliónir til arbeiðið, men skuldi tað hent, at peningur fer at mangla í seinni í ár, mugu útvegast finnast fyri at flyta játtanina fyri næsta ár, fram til í ár fyri at sleppa undan, at steðgur kemur í Arbeiðið.

 

Annars er tað upplýst, at verður arbeitt við fullari ferð, kann tunnilin borast ígjøgnu upp á eitt ár, kanska enntá upp á 10 mánaðir og Heðin Mortensen sigur, at gongur alt upp á stás, kann tunnilin verða boraður ígjøgnum longu heilt tíðliga næsta ár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her