fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

B36, sum í fjórðingsfinaluni vann á Víkingi, skal í hálvfinaluni spæla ímóti grannunum í HB

Jóannes Hansen 20.04.2017 (19:28)

Tað verður høvuðsstaðurin móti bygdaliði í finaluni

Tað verður lokaluppgerð í Gundadali í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og í hini hálvfinaluni hittast KÍ og NSÍ. Harvið er tað greitt, at tað í finaluni verður eitt lið úr høvuðsstaðnum og eitt av bygd, sum fara at dystast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið 26. august.

 

NSÍ og KÍ hava ongantíð spælt ímóti hvørjum øðrum í finaluni, og soleiðis verður tað heldur ikki í ár. Lutakastið í Degi og viku í kvøld lagaði tað soleiðis, at KÍ og NSÍ hittast í hálvfinaluni. Hesi bæði liðini spældui eisini hálvfinalu í fjør. Tá vann KÍ seg víðari, og klaksvíkingar vunnu eisini finaluna, sum var ímóti Víkingi.

 

Møguleikin fyri finalu millum tey bæði stóru feløgini í Gundadali verður nevndur á hvørjum ári. Síðsta finalan millum B36 og HB var í 1991 ella fyri 26 árum síðani, tá ið B36 vann 1-0. Lutakastið í kvøld lagaði tað soleiðis, at tað heldur ikki verður í ár, at tað í finaluni verður finala millum tey stóru í Gundadali. B36 og HB hittast í hálvfinaluni.

 

Hálvfinalur  mikudagin 10. mai

B36-HB

KÍ-NSÍ

 

Hósdagin 25. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur

HB-B36

KÍ-NSÍ

 

Finala

Leygarkvøldið 26. august