fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.02.2017 (00:07)

Tað verður ikki við mínari hjálp

– Eg kann vissa tykkum um, at tað verður ongin almennur stovnur fluttur úr Havnini í óðum verkum, bara tí onkur heldur, at tað er »smart« ella »cool«.

 

Tað gjørdi Heðin Mortensen púra greitt hendan dagin í Løgtingið, eitt uppskot frá trimum eysturoyartingmonnum var til viðgerar.

 

Teir vilja hava Løgtingið at samtykkja at landsstýrið skal kanna, hvussu almennir stovnar kunnu leggjast á bygd.

 

 

 

Les eisini: Vilja flyta almennar stovnar út á bygd

 

 

 

Í hesum sambandi vístu fleiri tinglimir í samgonguni á, at samgongan leggur nettupp dent á at leggja almenn arbeiðspláss á bygd.

 

Men Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin staðfestir, at tað verður ikki við hansara hjálp, at almennir stovnar verða fluttir úr Havnini í óðum verkum.

 

 

 

Les eisini: Kann gera størri skaða enn gagn í Eysturoy

 

 

 

Hann gjørdi púra greitt, at í landsstýrinum kunnu tey arbeiða við teimum ætlanum tey vilja. Men hann staðfesti samstundis, at hann sigur kortanei til at flyta almennar stovnar úr Havnini í óðum verkum.

 

Heðin Mortensen er sannførdur um, at í roynd og veru er endamálið við uppskotinum hjá teimum trimum løgtingsmonnunum, at flyta arbeiðspláss úr Havnini.

 

Ein grundgeving er, at arbeiðspláss og inntøkur skulu javnast um alt landið.

 

– Men hyggja vit at tølum fyri inntøkum, síggja vit, at bæði í Klaksvík og í kommununum í Eysturoy, er inntøkan fyri hvørt fólki enn í Havn. So skulu vit javna, er tað ein spurningur um ikki eisini inntøkurnar av fiskivinnu og alivinnu skulu javnast um alt landið.

 

– Skulu vit javna arbeiðspláss, er tað ein spurningur um vit ikki eisini skulu javna tær inntøkur, vit fáa av okkara tilfeingisvinnu, tí tað eru allir føroyingar, sum eiga tilfeingi, men tað eru bara nøkur fá øki, sum fáa allan ágóðan av tí.

 

Hann er sannførdur um, at hetta við at javna almenn arbeiðspláss kring landið, er bara fyrsta stigið, tí tað næsta verður uttan iva at.

 

– Tað næsta verður helst, at vørugjøld og havnagjøld eisini skulu javnast ímillum økini í landinum.

 

Hinvegin heldur Heðin Mortensen, at tað kundi verið skil í at flutt nøkur almenn arbeiðspláss til Suðuroyar, tí hon hevur ikki fast samband.

 

– Har kunnu almenn arbeiðspláss flytast - men onga aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen

 

Harafturat hevur hann onki ímóti at arbeitt verður við eini heildarætlan fyri alt landið, har øll viðurskifti eru tikin við. Men at bara at flyta almennar stovnar á bygd liggur slett ikki í politisku kortunum, staðfestir hann.

 

– Vit fáa onki burtur úr at flyta vælvirkandi stovnar úr Havnini, tí tað fer ikki at bøta um tænastuna og serliga nú, vit gera tveir undirsjóvartunlar fyri 2,6 milliardir, er tað heilt høpisleyst at hugsa um tað, tí tá fer tað at taka onga tíð at koyra til Havnar, leggur Heðin Mortensen afturat.