Leita á in.fo

Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen spældu í kvøld fyri 50. ferð í Europa Cup

Jóannes Hansen 28.08.2017 (23:22)

Tær hava spælt 50 ferð í Champions League

Í kvøld settu KÍ kvinnurnar punktum fyri enn eina luttøku í europeisku meistarakappingini.

KÍ var við fyrstu ferð í 2001, og KÍ hevur luttikið í europeisku meistarakappingini ella Champions League á hvørjum ári síðani tá. Harvið hevur metliðið spælt í europeisku meistarakappingini í seytjan ár á rað. Samantalda dystartalið er 51.

 

Tveir spælarar vóru í kvøld í 6-1 sigrinum ímóti maldoviska meistaraliðnum Istatov fyri 50. ferð á KÍ liðnum í europeiskari avbjóðing.

Talan er um veteranarnar Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen.

 

Einasta ferðin, at Malena ikki hevur verið á listanum var fjúrtanda august 2009. Hetta summarið var kappingin í Litava. At Malena ikki var við í síðsta dystinum, sum var ímóti Apollon Ladies FC, komst av, at hon tríggjar dagar frammanundan sá reytt, tá ið KÍ tapti 2-0 ímóti Gintra úr Litava.

Malena hevur í teimum 50 Europa dystunum skorað níggju mál.

 

Rannvá B. Andreasen hevur í 50 Europa dystum skorað sekstan mál.

Einasta ferðin, at Rannvá ikki hevur verið á liðnum, var trettanda august í 2005, tá ið kappingin var í Makedonia. Tað komst av, hon var leikbannað, tí hon í dystinum tveir dagar frammanundan, tann 11. august 2005, sá reytt.

 

Tær báðar, Malena Josephsen og Rannvá B. Andreasen, hava verið við til at vinna øll seytjan FM heitini á rað, sum er heimsmet.

Nú eru tær saman við liðfeløgunum á veg úr Kroatia og til hús aftur. Næsti setningurin verður at stríðast fyri at vinna átjanda FM heitið og harvið at kvalifisera liðið til næsta summar enn einaferð at taka lut í europeisku kappingini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her