Taka nú 1.000 fermetra stórt lakkverkstað í nýtslu

Í dag verður móttøka á Reyni Service í Havn millum kl. 14 og 16 í sambandi við, at nýggi lakkverkstaðurin verður tikin í nýtslu

Í dag verður móttøka á Reyni Service í Havn millum kl. 14 og 16 í sambandi við, at nýggi lakkverkstaðurin verður tikin í nýtslu

 

Nýggi byginguin hjá Reyni Service í Hoyvík hýsir lakkverkstað við tveimum stórum sproytukabinum til tveir bilar hvør – og einum dekkhotelli til 8.000 dekk

 

Á bilasøluni Reyni Service í Hoyvík eru tey í hesum liðug við eina risastóra útbygging. Bygt er eitt nýtt og sera framkomið lakkverkstað. Talan er um ein 1.500 fermetra stóran bygning, sum er bygdur aftan fyri bygningin við Vegin Langa í Hoyvík.

 

– Nýggja lakkverkstaðið skal brúka 1.000 fermetrar, meðan restin verður brúkt til dekkhotel, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service.

 

Eitt dekkhotel er ein goymsla, har tú sum kundi kanst goyma tíni dekk. Um veturin kanst tú goyma summardekkini – og øvugt um summarið. – Tað eru nógv, sum ikki tíma at skifta dekk sjálvi. Tað er eisini vorðið meira trupult, við serligum ventilum, sum fáa ávaringarlampur í bilinum at lýsa. Vit bjóða fólki hesa tænastu fyri 298 krónur um hálvarið, sigur Sámal av Reyni.

 

Í nýggja bygninginum er dekkhotellið meira høgligt, tí tað er í veghæddini. Á dekkhotellinum er pláss fyri 8.000 dekkum. Oman á bygninginum er pláss til at parkera bilar, og har er pláss fyri líka nógvum bilum, sum pláss var fyri á økinum framman undan. Áðrenn hesa útbyggingina hevði Reyni Service størsta plátu- og lakkverkstaðið, sum nú er uppaftur størri – vit tveimum stórum sproytukabinum, har pláss er til tveir bilar í hvørjari.

 

– Vit valdu at fara »all in«, tá vit skuldu gera hesa útbyggingina. Lakkeringin var ein fløskuhálsur hjá okkum, og tí valdu vit at útbyggja hendan partin munandi, sigur Sámal av Reyni. – Vit síggja hvønn vetur, at stormarnir elva til nógvar lakkskaðar. Bilar verða tiltaglaðir av steinsløgum, og tí eru nógvar slíkar umvælingar, greiðir hann frá.

 

Tá ein bilur verður heillakkeraður, so er tilgongdin í tveimum. Sjálvur bilurin skal sproytast, men eisini nógvir leysir lutir sum kúfangarar, listar og annað, sum eisini er lakkerað.

 

Nýggju kabinurnar eru so stórar, at har passa tveir bilar inn – og tær eru so framkomnar við útsúgving, at tað ber til at sproyta tveir bilar í senn – enn tá í hvør sínum liti. Men tað ber eisini til at sproyta ein bil og allar leysu lutirnar samstundis.

 

Í sambandi við nýggja lakkverkstaðin verður móttøka leygardagin 28. apríl millum kl. 14 og 16.