Taka vatnið í eysturbýnum millum kl. 10-13

Taka vatnið í stórum parti av eysturbýnum millum kl. 10-13

Tórshavnar býráð boðar frá, at tey skrúva fyri vatninum í stórum parti av eysturbýnum í morgun frá klokkan 10 til 13 í samband við arbeiðið at endurnýggja vatnleiðingar á Mýrisnípuvegnum. 

– Roknast kann við órógvi á vatnveitingini í eysturbýnum í eina tíð aftaná arbeiðið er liðugt, skrivar býráðið.