Taki ikki SALT framum samgonguna

- Eg má vita, hvat samgongan sigur til hetta andstøðuuppskotið, áðrenn eg taki avgerð, sigur Bjarni Hammer.

Eitt uppskot er komið í tingið um eina játtan á 1.6 milliónir krónur til Salt siloina á Tvøroyri. Tað eru Jenis Av Rana, Jacob Vestergaard, Edmund Joensen og Kári P. Højgaard, sum eiga uppskotið.

 

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur eisini arbeitt við einum uppskotið til eykajáttan til Salt siloina, sum hann sjálvur sigur minnir nógv um uppskotið frá andstøðutingmonnunum. Tí er nærliggjandi at halda, at Bjarni Hammer fer at taka undir við uppskotinum, sum nú fyriliggur. 

 

Men Bjarni Hammer sigur seg ikki taka undir við uppskotinum, uttan so, at samgongan sigur gott fyri tí. 

 

- Eg má tosa við samgonguna fyrst og vita um undirtøka er fyri tí. Eitt er so sikkurt, eg fari ikki at ganga ímóti samgonguni fyri at fáa 1.6 milliónir til Salt, sigur Bjarni Hammer. 

 

Hann er tó av tí sannføring, at best hevði verið, um Salt gekk eina eykajáttan, so tað slapst undan at taka lán. 

 

- Men samgongan hevur størri týdning. Nú bíði eg eftir at fáa orðið á Aksel V. Johannesen, so má eg síggja, hvat hann sigur, sigur Bjarni Hammer, sum also ikki tekur undir við andstøðuuppskotinum uttan so, at samgongan stendur saman um tað.