Takkar fyri at Sambandið fornermaði føroyingar

– Nei, eg angri ikki, at eg legði frá mær eftir fólktatingsvalið í 1998. Eg eri beinleiðis takksamur fyri, at føroyingar vóru fornermaðir inn á Sambandsflokkin.

 

Tað sigur Uffe Ellemann-Jensen, fyrrverandi formaður í danska Vinstra flokkinum við politiska miðilin altinget.dk, sum eins og in.fo í dag eisini hevur skrivað um lagnukenda fólkatingsvalið fyri 20 árum síðani, hin 11. mars í 1998.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/1998-joannes-tryggjadi-nyrup-valdid/1998: Jóannes tryggjaði Nyrup valdið

 

Sum vit skriva aðrastaðni á síðuni í dag, so fekk Jóannes Eidesgaard eftir fólkatingsvalið í 1998 ein serligan leiklut sum tryggjaði, at Poul Nyrup Rasmussen kundi halda fram sum forsætisráðharri. Ein onnur orsøk til sigurin hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum var, at Edmund Joensen, løgmaður, hevði fornermað vágafólk við at koyra Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann, tí hann var farin undir fyrireikingar av Vágatunlinum. Á fólkatingsvalinum krediteraðu vágafólk Sámal Petur í Grund við at vaksa Sjálvstýrisflokkin úr 7 atkvøðum í 1994 til 336 atkvøður í 1998. Sambandsflokkurin mista fólkatingsmannin, honum restaðu slakar 180 atkvøður.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/1998-edmund-hjalpti-eisini-nyrup-til-valdid/1998: Edmund hjálpti eisini Nyrup til valdið

 

Uffe Ellemann-Jensen sigur við Altinget.dk, at hann ongantíð hevur angrað, at hann legði frá sær eftir valósigurin í 1998.

 

– Tí eg havi síðani sæð, at tapið í 1998 bjargaði lívi mínum. Um eg var blivin forsætisráðharri tá ella seinni, skuldi eg havt sitið í tvey skeið, og eg hevði ikki heilsuna til tað. Allar teir trupulleikar, sum eg fekk seinni við hjartanum og við krabbameini og alt hatta har – um tað var komið eitt sindur fyrr undir hasum umstøðunum, so var er deyður av tí. So nei, eg eri ikki beiskur í dag, ikki tað allar minsta. Eg eri takksamur fyri, at føroyingar vóru blivnir fornermaðir inn á Sambandsflokkin, sigur Uffe Elleman-Jensen við altinget.dk.

 

Øll greinin hjá Altinget.dk um fólkatingsvalið í 1998 kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER