fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 14.11.2017 (18:41)

Takrenna leys í Kollfjarðartunnilinum

Tá ið løgreglan fyri løtu síðani fór ýlandi úr Havnini og norður eftir Hvítanesvegnum, so var tað tí, at ein fráboðan var komin um ein leka í Kollfjarðartunnilinum.

 

 

— Ein takrenna var dottin undan vegginum á Kollfjarðartunnilinum, og tað vísti seg, at ein pláta, ið leiðir vatn vekk var losnað, dottin á vegin í tunnilinum og árend av einum bili. Bilarnir vórðu steðgaðir í eina løtu, og Landsverk fekk fráboðan, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.  

 

 

Vakthavandi sigur seg ikki hava hoyrt um leysar plátur í tunnlunum fyrr, hóast tað er vanligt at smásteinar losna og detta niður á vegin í tunnlunum, og at bummarnir verða árendir, um lastbilar hava ov høgt .  Tað havi eg ikki hoyrt um fyrr. smásteinar plaga at detta niður. Bummarnir hava onkuntíð, um lastbilar hava ov høgt less. 

 

 

Leysa takrennan ávirkar ikki ferðsluna annars, og tunnilin er opin sum vant.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her