Talan var helst um telefonterror

Yvir 10.000 fólk vóru seinnapartin flutt burtur av 20 ymsum støðum í Moskva, millum annað handilsmiðstøðum, jarnbreytarstøðum og lærdum háskúlum

Yvir 10.000 fólk vóru seinnapartin flutt burtur av 20 ymsum støðum í Moskva, millum annað handilsmiðstøðum, jarnbreytarstøðum og lærdum háskúlum.

 

Tað var eftir at fleiri bumbuhóttanir vóru sendar »næstan samstundis«, upplýsir tilbúgvingartænastan sambært tíðindastovuni Tass.

 

– Tað sær út til, at talan er um telefon-yvirgang, men vit noyðast at kanna trúvirðið í hóttanunum kortini, segði ein kelda frá tilbúgvingartænastuni við Tass.

 

– Vit hava ongnatíð upplivað slíkt áður, tað er 100 prosent vist telefon-yvirgangur, segði Frants Klintsevitj, sum er varaleiðari í verjunevndini í yvirhúsinum í russiska tjóðartinginum, við Bloomberg.

 

/ritzau/Tass