Talið av sjálvmorðum lækkar – men ikki í Grønlandi

Grønland hevur heimsmet í sjálvmorðum. Í Grønlandi eru 20 ferðir so nógv sjálvmorð, sum í Føroyum og 8 ferðir so nógv, sum í miðal allan heimin

Talið av sjálvmorðum í Grønlandi er tvífalt so høgt, sum í Lesotho, sum annars hevur heimsins hægsta tal av sjálvmorðum millum lond við fleiri ein einari millión íbúgvum.

 

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

 

Meðan talið av sjálvmorðum í stórum pørtum av heiminum er fallið munandi seinastu 15 árini, so er talið framvegis líka høgt í Grønlandi.

 

Millum 1990 og 2016 er talið av sjálvmorðum í heiminum fallið ein triðing, vísa tøl í nýggjar kanning, sum er kunngjørd í bretska blaðnum bmj.

 

Um vit samanbera vit við onnur lond, so liggur talið av sjálvmorðum í Grønlandi meira enn tvífalt so høgt, sum í teimum størru londunum, har talið á sjálvmorðum annars er hægst. Bmj hevur uppgjørt talið á sjálvmorðum fyri lond við meira enn einari millión íbúgvum, og her hevur Lesotho hægsta talið, 39,0 sjálvmorð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Síðani kemur Litavia við 31,0 og Russland við 30,6.

 

Sermitsiaq hevur samanborið tølini frá grønlendsku løgregluni og umroknað tilsvarandi, so liggur talið á sjálvmorðum í Grønlandi uppi á 82 sjálvmorð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í tíðarskeiðinum frá 2013-2017.

 

Taka vit so tølini úr frágreiðing landslæknans í Føroyum, so vóru 4 sjálvmorð í Føroyum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í tíðarskeiðinum frá 2013-2017

 

Fyri allan heimin er miðaltalið av sjálvmorðum 11,2 sjálvmorð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

 

Hóast talið av sjálvmorðum í øllum heiminum fellir, so staðfesta høvundarnir í greinini, at sjálvmorð framvegis er millum tær týðandi orsøkirnar fyri, at fólk doyggja ung. Ein niðurstøða, sum í nógv størri mun er galdandi í Grønlandi.

 

Niðanfyri sæst tal av sjálvmorðum í Føroyum árini 1985-2017:

2017

2

2016

2

2015

2

2014

1

2013

3

2012

3

2011

2

2010

6

2009

0

2008

1

2007

1

2006

3

2005

6

2004

1

2003

3

2002

4

2001

0

2000

2

1999

0

1998

2

1997

2

1996

3

1995

5

1994

2

1993

5

1992

6

1991

4

1990

5

1989

1

1988

6

1987

3

1986

6

1985

7

Tal av sjálvmorðurm tilsamans

99

Miðal tal av sjálvmorðum 1985-2017

3