Tannáringar hava einki stað at fara

Fimtan, sekstan ára gomul í Føroyum hava einki stað at fara um vikuskiftini.

 

Í mong ár hava verið ungdómshús til 12 og 13 ára gomul, meðan 18 ára gomul og eldri hava mangar klubbar í býnum, sum tey kunnu fara í.

 

15 og 16 ára gomul hava einki stað at fara. Tey eru ov gomul til ungdómshúsini, men ov ung til ymsu klubbarnar og skeinkistøðini. Tískil endan býtúrurin hjá teimum ofta úti á gøtuni.

 

Tvey tiltøk hava verið í Rex til júst hendan aldursbólkin. Til dømis var eitt ”Rave party” í Rex í november, og rapparin Blak helt eina konsert í desember. Hetta var sera væl umtókt.

 

Fram til aldarskiftið var dansur til 14-15 ára gomul og eldri hvørt vikusskifti.